Ullintir stubbingar - Veitingartíð 2-4 vikur
Ullintir stubbingar - Veitingartíð 2-4 vikur
Canelana stubbingar í 100 % merino ull
Bleytir, heitir og lættir at lata seg út og í. Sita stak væl. Eru bundnir úr 100 % reinari merinoull. Hava vakurt mynstur.
Sera góðir tá tú, eitt nú, er til hundavenjing, tá tað er gott at hava fingrarnar berar soleiðis, at tað er lætt at geva hundinum góðbita.
Fáast í tveimum støddum :
S- passar til lítla kvinnu hondM - passar til meðal kvinnu hond ella lítla mannfólka hond
Litir : Brúnt/svart, dúgvublátt, grátt/svart, marineblátt, myrk petroleums grønt, orange, reytt, turkis/blátt
Útbering
Útbering
Vit senda vøruna við Posta
Heinta vøruna sjálv/ur
Heinta vøruna sjálv/ur
Eftir nærri avtalu kann vøran heintast í Tórsbyrgið.
Ring á tlf 220075
Les meira um Canelana
Les meira um Canelana
Les meir um vørurnar frá Canelana HER
Hví ull ?
Sjálvandi skal hundaeigarin heldur ikki ganga køld/kaldur, so sjálvandi framleiðir Canelana eisini júst røttu heitu klæðini til hundaeigaran
Jakkar, vestar, húgvur og annað, frá Canelana er framleitt út heitari bleytari merinoull, ið vermir sera væl.
Soleiðis vaskar tú merinoull
Merinoull er sera løtt at viðlíkahalda og vaska.
Ein og onnur ull, so er merinoull at kalla sjálvreinsandi, og oftast er nokk at hanga plaggið út at luftast í nakrar tímar, og so er tað reint aftur.
Noyðist tú kortini at vaska plaggið, so viðmæla vit at tú vaska í vaskimaskinu á ullprogramm við 30 gradum. Fyll bara ikki ov nógv í vaskimaskinuna.
Brúka vaskipulvur, sum er ætla til ullvask.
Eftir vask, rulla so plaggið inn í eitt stórt handklæði, og lat tað liggja og torna. Koyr ongantíð ullint í turkitrumluna.