Halt áfram til kunning um vøruna
1 av 2

Hundafóður.fo

THERMO - ábreiða til hundin - Veitingartíð 2-4 vikur

THERMO - ábreiða til hundin - Veitingartíð 2-4 vikur

Regular price 659,00 DKK
Regular price Sale price 659,00 DKK
Útsøla Ikki á goymslu í løtuni
Írokna mvg

THERMO er tann heitasta ábreiðan frá Canelana. Ábreiðan er av vind- og vatn tættum softshell, ið er fóðra vil tjúkkari bleytari merinoull.

Er einastandandi góð í bæði kava og ringum veðrið, og tá tað er ordiliga kalt. 

Ábreiðan liggur væl aftir eftir rygginum og niður á bakbeinini á hundinum. Verjir og vermir gøgnini og stóru vøddarnar.

Framman er ábreiðan gjørd úr bundnum tilfarið, ið ger, at ábreiðan er liðilig hjá hundinum at verða í, og ger eisini ábreiðuna lætta at lata hundin í og úr.

Runt um búkin er reim, ið kann stillast, og snøring er bæði um hálsin og afturi á halanum, soleiðs at ábreiðan passar hundinum so væl, sum yvirhøvur tilber.

 

Útbering

Vit senda vøruna við Posta

Heinta vøruna sjálv/ur

Eftir nærri avtalu kann vøran heintast í Tórsbyrgið.

Ring á tlf 220075

Les meira um Canelana

Les meir um vørurnar frá Canelana HER

View full details

Hví ull ?

Ull hevur tríggjar fantastiskar eginleikar; ullin vermir, bjálvar og "andar"
At halda vøddarnar hjá hundinum heitar bæði áðrenn og aftaná venjing ella gongutúr, fyribyrgir skaða. At halda vøddarnar á hundinum heitar, ger eisini, at kroppurin hjá hundinum, skjótari kemur fyri seg aftur, aftaná at hundurin hevur rørt seg nógv.

Hundurin sleppur undan at brúka óneyðuga nógva orku uppá at halda seg heitan.

Serliga gott er tað, at lata hundin í eina heita ábreiðu, um hann skal bíða antin í einum køldum bili ella úti á kalda venjingarøkinum.

Ein ullint ábreiða er gull verd fyri gamla hundin, ella hundin, sum hevur einhvønn skaða.

Og sjálvandi - hundaeigarin skal nú heldur ikki ganga køld/kaldur, so sjálvandi framleiðir Canelana eisini júst røttu heitu klæðini til hundaeigaran

Soleiðis vaskar tú merinoull

Merinoull er sera løtt at viðlíkahalda og vaska.
Ein og onnur ull, so er merinoull at kalla sjálvreinsandi, og oftast er nokk at hanga plaggið út at luftast í nakrar tímar, og so er tað reint aftur.

Noyðist tú kortini at vaska plaggið, so viðmæla vit at tú vaska í vaskimaskinu á ullprogramm við 30 gradum. Fyll bara ikki ov nógv í vaskimaskinuna.

Brúka vaskipulvur, sum er ætla til ullvask.

Eftir vask, rulla so plaggið inn í eitt stórt handklæði, og lat tað liggja og torna. Koyr ongantíð ullint í turkitrumluna.