Halt áfram til kunning um vøruna
1 av 2

Hundafóður.fo

Ullint madrassa - Veitingartíð 2-4 vikur

Ullint madrassa - Veitingartíð 2-4 vikur

Regular price 329,00 DKK
Regular price Sale price 329,00 DKK
Útsøla Ikki á goymslu í løtuni
Írokna mvg

Uppsíðan er av tjúkkari merinoull og undirsíðan av eftirgjørdum leðri, sum ger, at undirsíðan er vatntøtt. 

Inni í madrassuni er 2 cm tjúkt skúmgummi. Skúmgummi kann takast úr áðrenn vask.

Madrassan fæst í koksgráum. 


Madrassan er góð at hava í bilinum, við um man fer langan túr, til venjing har hundurin skal liggja og bíða. Og sjálvandi, so kann hundaeigarin eisini sita á pútuni.

Stødd / vekt
45x45cm / 300gr
50x70cm / 480gr
60x80cm / 640gr
70x90cm / 840gr

80x100cm / 1100gr

Útbering

Vit senda vøruna við Posta

Heinta vøruna sjálv/ur

Eftir nærri avtalu kann vøran heintast í Tórsbyrgið.

Ring á tlf 220075

Les meira um Canelana

Les meir um vørurnar frá Canelana HER

View full details

Hví ull ?

Ull er betri enn polyester fleece ella annað kunstevnið tí : 

Ull bjálvar, vermir og andar

Ull vermir sjálvt um hon er vát

Ull er ikki statisk, og tiltekkir tí ikki støv og pelsurin hjá hundinum gerst heldur ikki "eletriskur/magnetiskur"

Skittur trongir ikki so lætt inn í fibrini á ull

Ull blívur rein, um hon verður vaska á einans 30 gradum.


Ullint teppir og/ella hundasengur eru perfektar til bilin ella hvølpakassan ella bara sum eitt gott ból á gólvinum

Soleiðis vaskar tú merinoull

Merinoull er sera løtt at viðlíkahalda og vaska.
Ein og onnur ull, so er merinoull at kalla sjálvreinsandi, og oftast er nokk at hanga plaggið út at luftast í nakrar tímar, og so er tað reint aftur.

Noyðist tú kortini at vaska plaggið, so viðmæla vit at tú vaska í vaskimaskinu á ullprogramm við 30 gradum. Fyll bara ikki ov nógv í vaskimaskinuna.

Brúka vaskipulvur, sum er ætla til ullvask.

Eftir vask, rulla so plaggið inn í eitt stórt handklæði, og lat tað liggja og torna. Koyr ongantíð ullint í turkitrumluna.