Hvat er BOF ?

BOF stendur fyri BEHAVIOURAL OPTIMIZING FOODS.

Hjá hundum, eins og hjá menniskjum, ávirka broytingar í blóðsukrinum bæði kropp og sinn. Við hesum í huga, hevur Essential Foods ment sína fóðurframleiðslu soleiðis, at bloðsukri hjá hundinum er javnt allan dagin.

Javna blóðsukri hjá hundum, ið fáa fóður frá Essential
Foods, hava eina jaliga ávirkan á sinnalagið hjá hundinum. Hjá onkrum hundum kann broytingin verða heilt stór, ímeðan tað hjá øðrum hundum, einas sæst ein lítil broyting

Les eisini meira um BOF her

Fóður til arbeiðshundar

Tá vit hugsa um arbeiðshundar, hugsa vit oftast um seyðahundar. Men teir eru sjálvandi ikki teir einastu hundarnir, ið kunnu hava tørv á fleiri kalorium enn hundar flest.

Hundar, ið eru sera virknir, kanska dagliga fara ein langan rennitúr saman við eigara sínum, ella hundar, ið venja einhvønn hundaítrótt, kunnu eisini hava tørv á eyka kalorium.

Við okkara veðurlagið, hava hesir hundar kanska størstan tørv á eyka kalorium um summari, og eitt sindur minni um veturin.

Í slíkum førum, ber væl til, at geva hundinum Stamina fóður ein part av árinum, og so kanska eitt av Living fóðrunum ella Balance um veturin