Keypstreytir

Hundafóður
Tórsbyrgið 33
100 Tórshavn

Gjalding :
Til ber at gjalda við Visa og Mastercard.

Peningurin verður drigin av tygara konto, tá vøran verður send frá ella heintað hjá Hundafóður

Nýtur tú Visa Electron ella Mastercard Debit, verður peningurin afturhildin á tínari konto, samsvarandi við treytirnar fyri kortinum, til vit trekkja peningin ella avvísa gjaldingina.

Allar upphæddir á heimasíðuni eru við meirvirðisgjaldi.

Á heimasíðuni verða hesi gjaldoyru nýtt til prísáseting: Denmark – Kroner (DKK).

Hundafóður nýtir ein tryggan gjaldsservara, ið bronglar allar upplýsingar við SSL protokoll. Hetta merkir at tínar dátur eru tryggar, og ikki kunnu lesast av øðrum.

Heimasíðan hjá Hundafóður verður somleiðis bronglað við SSL protokol

Í teimum førum, har bankaflyting er gjaldsháttur, skal verða goldið fyri vøruna í seinasta lagið 24 tímar aftaná bílegging. Bíleggingar, ið ikki eru goldnar innan 24 tímar, verða ógildaðar.


Veiting :
Vøran skal verða goldin áðrenn hon verður útflýggja.
Eftir avtalu umvegis tlf 220075 kann vøran heintast í Tórsbyrgið.
Vøra, ið skal sendast við Posta, verður send næsta arbeiðsdag aftaná, at bíleggingin er móttikin og goldin.

Iðranarrættur :

Um ikki annað er avtalað, ella verður upplýst við keyp, hevur tú 7-daga iðranarrætt at rokna frá tí degi vøran er leverað, tó bert um innpakkningurin og vøran er óskalað. Keyparin skal hava váttan við, tá vøran skal býtast um. 

Vøran skal ikki hava ligið í beinleiðis sólarljós, og hava ligið ov heitt ella kalt. Um vøran skal sendast, rindar keypari kostnað fyri porto.

Tilboðs- og útsøluvøra kann ikki býtast um.

Smakk garanti
Vit veita smakk garanti uppá hundafóður frá Essential Foods. Tað vil siga, at um hundurin ikki dámar fóðrið, letur tú fóðurposan innaftur til okkum, og tú fær pengarnar aftur. Smakk garanti frá Essential Foods er galdandi í 3 mánaðar frá keypsdegið

Endurgjaldskrav :
Er villa ella misskiljing komin í, skal tað boðast frá innan 3 gerandisdagar. Skaðatilburður undir flutning skal boðast bráfeingis til sjálva flutningstænastuna. Gevið gætur! Ikki vátta fyri móttøku av vøru, um pakkaða vøran hevur fingið skaða. Boðað okkum frá beinanveg.

Cookies :
Vit nýta farspor á hundafóður.fo við tí endamáli at betra um heimasíðuna og funkurnar, og harvið gera tína vitjan á síðuni so lætta sum gjørligt.

Tú kanst til eina og hvørja tíð strika farspor á tínari teldu. Les vegleiðingina her: Webshop Cookies og Privatlivspolitik.