Halt áfram til kunning um vøruna
1 av 2

Hundafóður.fo

AMBASSADØR ullint ábreiða - Veitingartíð 2-4 vikur

AMBASSADØR ullint ábreiða - Veitingartíð 2-4 vikur

Regular price 494,00 DKK
Regular price Sale price 494,00 DKK
Útsøla Ikki á goymslu í løtuni
Írokna mvg

AMBASSADØR ullinta ábreiðan, umboðar alt tað, ið Canelana er, og haðani stavar navnið. 

Ábreiðan er framleidd av tjúkkari reinari merinoull. Ábreiðan vermir væl, og er góð at verða í. Hon er hvørki regn ella vindtørr, men er góð og heit. 

Rørslurnar hjá hundinum verða ikki tarnaðar, tí ullinta ábreiðan er bleyt. Sera góð hjá hundinum at verða í, tá tá hann er í bilinum og tað er kalt úti. Hóskar seg eisini sera væl, at hava innanfyri aðra ábreiðu, sum kanska er vind og/ella regn tøtt.

Eins og hinar ábreiðurnar frá Canelana, hevur ábreiðan bundna rond framman, ið ger, at tað er lætt at lata hundin úr og í ábreiðuna. 

Reimin runt um hundin kann stillast eins og ábreiðan kann snørast aftan. Ábreiðan situr sostatt sum stoypt á hundinum

 

 

Útbering

Vit senda vøruna við Posta

Heinta vøruna sjálv/ur

Eftir nærri avtalu kann vøran heintast í Tórsbyrgið.

Ring á tlf 220075

Les meira um Canelana

Les meir um vørurnar frá Canelana HER

View full details

Hví ull ?

Ull hevur tríggjar fantastiskar eginleikar; ullin vermir, bjálvar og "andar"
At halda vøddarnar hjá hundinum heitar bæði áðrenn og aftaná venjing ella gongutúr, fyribyrgir skaða. At halda vøddarnar á hundinum heitar, ger eisini, at kroppurin hjá hundinum, skjótari kemur fyri seg aftur, aftaná at hundurin hevur rørt seg nógv.

Hundurin sleppur undan at brúka óneyðuga nógva orku uppá at halda seg heitan.

Serliga gott er tað, at lata hundin í eina heita ábreiðu, um hann skal bíða antin í einum køldum bili ella úti á kalda venjingarøkinum.

Ein ullint ábreiða er gull verd fyri gamla hundin, ella hundin, sum hevur einhvønn skaða.

Og sjálvandi - hundaeigarin skal nú heldur ikki ganga køld/kaldur, so sjálvandi framleiðir Canelana eisini júst røttu heitu klæðini til hundaeigaran

Soleiðis vaskar tú merinoull

Merinoull er sera løtt at viðlíkahalda og vaska.
Ein og onnur ull, so er merinoull at kalla sjálvreinsandi, og oftast er nokk at hanga plaggið út at luftast í nakrar tímar, og so er tað reint aftur.

Noyðist tú kortini at vaska plaggið, so viðmæla vit at tú vaska í vaskimaskinu á ullprogramm við 30 gradum. Fyll bara ikki ov nógv í vaskimaskinuna.

Brúka vaskipulvur, sum er ætla til ullvask.

Eftir vask, rulla so plaggið inn í eitt stórt handklæði, og lat tað liggja og torna. Koyr ongantíð ullint í turkitrumluna.