Canelana - heit klæðir og teppir til hund og eigara koma skjótt
Canelana - heit klæðir og teppir til hund og eigara koma skjótt
Útbering
Útbering
Vit senda vøruna við Posta
Heinta vøruna sjálv/ur
Heinta vøruna sjálv/ur
Eftir nærri avtalu kann vøran heintast í Tórsbyrgið.
Ring á tlf 220075
Les meira um Canelana
Les meira um Canelana
Les meir um vørurnar frá Canelana HER
Hví ull ?
Ull hevur tríggjar fantastiskar eginleikar; ullin vermir, bjálvar og "andar"
At halda vøddarnar hjá hundinum heitar bæði áðrenn og aftaná venjing ella gongutúr, fyribyrgir skaða. At halda vøddarnar á hundinum heitar, ger eisini, at kroppurin hjá hundinum, skjótari kemur fyri seg aftur, aftaná at hundurin hevur rørt seg nógv.
Hundurin sleppur undan at brúka óneyðuga nógva orku uppá at halda seg heitan.
Serliga gott er tað, at lata hundin í eina heita ábreiðu, um hann skal bíða antin í einum køldum bili ella úti á kalda venjingarøkinum.
Ein ullint ábreiða er gull verd fyri gamla hundin, ella hundin, sum hevur einhvønn skaða.
Og sjálvandi - hundaeigarin skal nú heldur ikki ganga køld/kaldur, so sjálvandi framleiðir Canelana eisini júst røttu heitu klæðini til hundaeigaran
Soleiðis vaskar tú merinoull
Merinoull er sera løtt at viðlíkahalda og vaska.
Ein og onnur ull, so er merinoull at kalla sjálvreinsandi, og oftast er nokk at hanga plaggið út at luftast í nakrar tímar, og so er tað reint aftur.
Noyðist tú kortini at vaska plaggið, so viðmæla vit at tú vaska í vaskimaskinu á ullprogramm við 30 gradum. Fyll bara ikki ov nógv í vaskimaskinuna.
Brúka vaskipulvur, sum er ætla til ullvask.
Eftir vask, rulla so plaggið inn í eitt stórt handklæði, og lat tað liggja og torna. Koyr ongantíð ullint í turkitrumluna.