Halt áfram til kunning um vøruna
1 av 1

Hundafóður.fo

COVER - regn og vind ábreiða - Veitingartíð 2-4 vikur

COVER - regn og vind ábreiða - Veitingartíð 2-4 vikur

Regular price 483,00 DKK
Regular price Sale price 483,00 DKK
Útsøla Ikki á goymslu í løtuni
Írokna mvg

COVER ábreiða framleidd úr shoftshell við membranið, ið verjir ímótið bæði vindi og regni.

Ábreiðan verður smoygd um høvdið á hundinum, og síðani latin aftur á rygginum. Kann snørast aftanfyri. 

COVER hóskar seg væl, at brúka saman við øðrum Canelana ábreiðum, soleiðis at tú kann skifta ímillum alt eftir hvør tørvurin er. Eitt nú, fær tú eina heita vetrar ábreiðu, um tú hevur eina ull ábreiðu innanfyri COVER.

Fæst reyð og svørt.

Terrier modellin er til hundar, við uppstandandi hala. 

Cachs modellin er til gravhundar.

 

Útbering

Vit senda vøruna við Posta

Heinta vøruna sjálv/ur

Eftir nærri avtalu kann vøran heintast í Tórsbyrgið.

Ring á tlf 220075

Les meira um Canelana

Les meir um vørurnar frá Canelana HER

View full details

Hví ull ?

Ull hevur tríggjar fantastiskar eginleikar; ullin vermir, bjálvar og "andar"
At halda vøddarnar hjá hundinum heitar bæði áðrenn og aftaná venjing ella gongutúr, fyribyrgir skaða. At halda vøddarnar á hundinum heitar, ger eisini, at kroppurin hjá hundinum, skjótari kemur fyri seg aftur, aftaná at hundurin hevur rørt seg nógv.

Hundurin sleppur undan at brúka óneyðuga nógva orku uppá at halda seg heitan.

Serliga gott er tað, at lata hundin í eina heita ábreiðu, um hann skal bíða antin í einum køldum bili ella úti á kalda venjingarøkinum.

Ein ullint ábreiða er gull verd fyri gamla hundin, ella hundin, sum hevur einhvønn skaða.

Og sjálvandi - hundaeigarin skal nú heldur ikki ganga køld/kaldur, so sjálvandi framleiðir Canelana eisini júst røttu heitu klæðini til hundaeigaran

Soleiðis vaskar tú merinoull

Merinoull er sera løtt at viðlíkahalda og vaska.
Ein og onnur ull, so er merinoull at kalla sjálvreinsandi, og oftast er nokk at hanga plaggið út at luftast í nakrar tímar, og so er tað reint aftur.

Noyðist tú kortini at vaska plaggið, so viðmæla vit at tú vaska í vaskimaskinu á ullprogramm við 30 gradum. Fyll bara ikki ov nógv í vaskimaskinuna.

Brúka vaskipulvur, sum er ætla til ullvask.

Eftir vask, rulla so plaggið inn í eitt stórt handklæði, og lat tað liggja og torna. Koyr ongantíð ullint í turkitrumluna.