Halt áfram til kunning um vøruna
1 av 3

Hundafóður.fo

Hundasong við kanti - Veitingartíð 2-4 vikur

Hundasong við kanti - Veitingartíð 2-4 vikur

Regular price 879,00 DKK
Regular price Sale price 879,00 DKK
Útsøla Ikki á goymslu í løtuni
Írokna mvg

Ullinta hundasongin við kanti er høgt í metum millum okkara fýrbeintu vinir. 

Hundasongin er gjørd av deiliga bleytari merinoull, og nógvir hundar elska at liggja við høvdinum á kantinum. 

Songin er vattera í miðjuni, og kantarnir eru fyltir við skúmgummi, ið kann takast úr áðrenn vask.

Songin hóskar seg væl bæði í flutningskassanum og inni í húsinum. 

Litur : koksgrá 


Støddir :
50 x 70 cm, hóskandi til lítlar hundar (og kettur)
60 x 80 cm, hóskandi til teir størru lítlu hundarnar
70 x 90 cm, hóskandi til border colli og líknandi
80 x 100 cm, hóskandi til stórar hundar
100 x 120 cm, hóskandi til teir størstu hundarnar og um mann hevur nokk av plássi, og hundurin elskar at liggja og strekkja seg, so er 100 x 120 cm eisini gott til størru hundasløgini sum sjefarahundar, labrador, golden retriver og líknandi

Hundasongin hevur bleytar kantar, so hon passar væl inn í ein flutningskassa, sum kanska hevur eitt sindur minni mát enn hundasongin.

 

Útbering

Vit senda vøruna við Posta

Heinta vøruna sjálv/ur

Eftir nærri avtalu kann vøran heintast í Tórsbyrgið.

Ring á tlf 220075

Les meira um Canelana

Les meir um vørurnar frá Canelana HER

View full details

Hví ull ?

Ull er betri enn polyester fleece ella annað kunstevnið tí : 

Ull bjálvar, vermir og andar

Ull vermir sjálvt um hon er vát

Ull er ikki statisk, og tiltekkir tí ikki støv og pelsurin hjá hundinum gerst heldur ikki "eletriskur/magnetiskur"

Skittur trongir ikki so lætt inn í fibrini á ull

Ull blívur rein, um hon verður vaska á einans 30 gradum.


Ullint teppir og/ella hundasengur eru perfektar til bilin ella hvølpakassan ella bara sum eitt gott ból á gólvinum

Soleiðis vaskar tú merinoull

Merinoull er sera løtt at viðlíkahalda og vaska.
Ein og onnur ull, so er merinoull at kalla sjálvreinsandi, og oftast er nokk at hanga plaggið út at luftast í nakrar tímar, og so er tað reint aftur.

Noyðist tú kortini at vaska plaggið, so viðmæla vit at tú vaska í vaskimaskinu á ullprogramm við 30 gradum. Fyll bara ikki ov nógv í vaskimaskinuna.

Brúka vaskipulvur, sum er ætla til ullvask.

Eftir vask, rulla so plaggið inn í eitt stórt handklæði, og lat tað liggja og torna. Koyr ongantíð ullint í turkitrumluna.