Halt áfram til kunning um vøruna
1 av 2

Hundafóður.fo

SELVA ullint ábreiða - Veitingartíð 2-4 vikur

SELVA ullint ábreiða - Veitingartíð 2-4 vikur

Regular price 538,00 DKK
Regular price Sale price 538,00 DKK
Útsøla Ikki á goymslu í løtuni
Írokna mvg

SELVA ullinta ábreiðan umboðar alt tað, sum Canelana er. 

Ábreiðan er framleidd í reinari tjúkkari merino ull. Ábreiðan er heit, góð at verða í og kann brúkast í nógum ymiskum støðum. 

Ábreiðan er hvørki vatn ella vindtøtt, men vermir kortini væl. Ábreiðan er bleyt, og tarnar tí ikki rørðslunum hjá hundinum. Sera góð at lata hundin í, um hann skal sita í bilinum tá tað er kalt. Góð at lata hundin í, undir venjing í køldum veðrið og eisini góð at lata hundin í, aftaná gongutúrin.

Terrier modellin hevur op aftan, til hundar við uppstandandi hala

Dachs modellin er til gravhundar

Útbering

Vit senda vøruna við Posta

Heinta vøruna sjálv/ur

Eftir nærri avtalu kann vøran heintast í Tórsbyrgið.

Ring á tlf 220075

Les meira um Canelana

Les meir um vørurnar frá Canelana HER

View full details

Hví ull ?

Ull hevur tríggjar fantastiskar eginleikar; ullin vermir, bjálvar og "andar"
At halda vøddarnar hjá hundinum heitar bæði áðrenn og aftaná venjing ella gongutúr, fyribyrgir skaða. At halda vøddarnar á hundinum heitar, ger eisini, at kroppurin hjá hundinum, skjótari kemur fyri seg aftur, aftaná at hundurin hevur rørt seg nógv.

Hundurin sleppur undan at brúka óneyðuga nógva orku uppá at halda seg heitan.

Serliga gott er tað, at lata hundin í eina heita ábreiðu, um hann skal bíða antin í einum køldum bili ella úti á kalda venjingarøkinum.

Ein ullint ábreiða er gull verd fyri gamla hundin, ella hundin, sum hevur einhvønn skaða.

Og sjálvandi - hundaeigarin skal nú heldur ikki ganga køld/kaldur, so sjálvandi framleiðir Canelana eisini júst røttu heitu klæðini til hundaeigaran

Soleiðis vaskar tú merinoull

Merinoull er sera løtt at viðlíkahalda og vaska.
Ein og onnur ull, so er merinoull at kalla sjálvreinsandi, og oftast er nokk at hanga plaggið út at luftast í nakrar tímar, og so er tað reint aftur.

Noyðist tú kortini at vaska plaggið, so viðmæla vit at tú vaska í vaskimaskinu á ullprogramm við 30 gradum. Fyll bara ikki ov nógv í vaskimaskinuna.

Brúka vaskipulvur, sum er ætla til ullvask.

Eftir vask, rulla so plaggið inn í eitt stórt handklæði, og lat tað liggja og torna. Koyr ongantíð ullint í turkitrumluna.